Tilmelding til dagin fer fram við at senda ein teldupost til Anniku Katrin Joensen.
Minnist til limagjaldið á kr. 150,- á konto:
Tilmelding til dagin fer fram við at senda ein teldupost til Anniku Katrin Joensen.
Skriva við tíni føroysku rødd
Skriva teldupostar, skjøl, boð og uppsløg á sosialum miðlum á telduni uttan at brúka
knappaborð – bert við at siga tað, tú ynskir at skriva. Hetta hevur leingi borið til á
øðrum málum – men nú ber tað eisini til á føroyskum!
Hygg at videonum á www.dictus.fo
Grunnurin Talutøkni og danska fyritøkan Dictus hava samstarvað um at menna ein
talukennara, sum skilur føroyska talu, og sum skrivar føroyskan tekst við góðum
neyvleika. Tú kanst fáa talukennaran at skriva føroyskan tekst har, sum tú setur
skrivimarkørin í einum Windows-forriti ella á eini heimasíðu í netkaganum.
Teksturin verður skrivaður næstan beinanvegin eftir, at tú hevur sagt ein setning ella
eitt orð. Tú kanst tosa út í eitt uttan at noyðast at steðga fyri at avrita ein tekst og seta
hann inn.
Útgávutiltak mikudagin 28. august 2024 kl. 14:00 í Smæruni.
Her kanst tú síggja føroyska Dictus í verki og hoyra um tilgongdina, nýtslumøguleikar
og mangt annað. Tú kanst seta spurningar og hoyra, hvussu tú kanst hjálpa við at
lata tína rødd, so føroysk talukenning verður enn betri – eisini á tínum málføri.
Hjálpartól og effektivisering
Í Danmark hava nógv fólk, sum antin skriva nógv ella hava avbjóðingar við at skriva,
ígjøgnum tey seinastu 20 árini havt stórt gagn av talu-til-tekst-forritunum hjá Dictus,
og nú kunnu føroyingar fáa somu møguleikar.
Serliga persónar við skrivitrupulleikum, t.d. blind og orðblind, ella persónar við
avmarkaðum rørsluføri í herðum/ørmum/hondum hava stórt gagn av at kunna skriva
við røddini, men eisini aðrir bólkar nýta Dictus dagliga, t.d. læknar, tekstarar,
skrivarar o.s.fr.
Dátutrygd og hald
Dictus goymir tínar dátur trygt á sínum egnum servarum og tryggjar, at tær ikki verða
nýttar til annað endamál enn til tína skriving og til at gera talukenningina betri. Tí
mást tú hava hald fyri at brúka Dictus
So er føroyski talukennarin klárur at brúka
Dictus Sun eitur forritið, sum hevur lært seg at skilja føroyskt og at gera talu til skrift.
Hetta eru vit sera spent at sleppa at vísa tykkum.
Tíð: 28. august 2024 kl. 14:00
Stað: Smæran, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn
Skrá:
• Vælkomin
• Gjøgnumgongd av forritinum
• Framløga við føroyska málinum á ymiskum pallum
• Hvussu riggar Dictus Sun saman við øðrum hjálparforritum?
• Hvørji krøv eru til brúkaran?
• Hvussu fáa vit talukennaran enn betri?
Vit vóna, tit seta stundir av til hesa løtu saman við okkum.
Sí meira kunning í fylgiskjali.
Vinaliga vegna grunnin
Karin Kass, íverkseti og samskipari
22. apr. 2024
Lesi- og skrivitænastan á Glasi hevur dagført og bøtt munandi um hjálpartólini á heimasíðu okkara.
Á dagførdu síðuni eru hent amboð, leinki, frymlar og vegleiðingar í at nýta alt hetta. Eisini er kunning um lesi- og skrivitrupulleikar sum heild.
Amboðini eru hent fyri allar næmingar á Glasi.
Góðu orðblindalærarar
Á orðblindalæraradegnum fingu tit innbjóðing til skeiðið niðanfyri. Tilmelding fer fram, við at senda mær ein teldupost sum skjótast.
Dato: 24. mai 2024
Stað: Nám, skeiðshølið
Kl: 9-15
Undirvísari: Lena Cicilie Storgaard, docent i læreruddannelsen ved Københavns Professionshøjskole
Fyriskiparar: Lesivegleiðarafelagið, Serlærarafelagið og Orðblindalærarafelagið
Skrá fyri dagin er viðfest omanfyri í hesum telduposti.
Niðanfyri eru leinki til verkætlanina, ið Lene kemur at greiða frá.
Annika Katrin Joensen
Annika Katrin Joensen og Charlotta Thorsteinsson
Annika, forkvinna
Birgitte, skrivari
Charlotta, peningarøkil
Annika K. Joensen, forkvinna
Birgitte Arent, skrivari
Charlotta Thorsteinsson, peningarøkil