Reglugerð fyri Orðblindalærarafelagið

  • 1 Navn felagsins

Stk. 1 Navn felagsins er Orðblindalærarafelagið

Stk. 2 Felagið er stovnað 28. januar 2011

Stk. 3 Orðblindalærarafelagið er felag undir Føroya Lærarafelagi

  • 2 Endamál felagsins

Stk. 1 Endamálið felagsins er at røkja áhugamálini hjá limunum og m.a. at skipa fyri minst einum fakligum degi árliga (í mars ella í september/oktober).

  • 3 Limir

Stk. 1 Limir eru tey, ið hava tikið orðblindalæraraútbúgvin og audiologopedar, eisini um tey ikki hava fólkaskúlalæraraútbúgving.

  • 4 Ársaðalfundur

Stk. 1 Ársaðalfundur skal vera hildin eina ferð um árið í mars mánaði.

Stk. 2 Innkallingin til ársaðalfundin skal sendast limunum 14 dagar áðrenn við hesi dagsskrá:

  1. Val av orðstýrara og skrivara.
  2. Frágreiðing formansins.
  3. Roknskapur leggjast fram.
  4. Val av nevndarlimum.
  5. Val av eykalimum.
  6. Val av ymiskum bólkum.
  7. Val av grannskoðara.
  8. Áseting av limagjaldi
  9. Innkomin uppskot
  10. Ymiskt
  11. Fakligt innslag

Stk. 3 Broytingar av reglugerðini kunnu bert gerast á tveimum fylgjandi aðalfundum.

Stk. 4 Á aðalfundinum hevur hvør limur eina atkvøðu.

Stk. 5 Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera nevndini í hendi sjey dagar fyri aðalfundurin.

Stk. 6 Nevndin kallar inn til aðalfund við telduposti.

Stk. 7 Tað kann ikki atkvøðast við fulltrú.

Stk. 8 Orðstýrarin avger um aðalfundurin er lógliga fráboðaður og viðtøkuførur. Orðstýrarin avger, hvussu atkvøðast skal, men um ein limur ynskir at atkvøðast skal skriftliga, verður hetta gjørt.

Stk. 9 Allar avgerðir verða tiknar við fleirtali. Við broyting av reglugerðini krevst 2/3 fleirtal av teimum uppmøttu.

Stk. 10 Avtøka av felagnum kann bert gerast, um ¾ av øllum limunum eru fyri tí.

Stk. 11 Aðalfundurin er viðtøkuførur óansæð uppmøting.

  • 5 Eykaaðalfundur

Stk.1 Eykaaðalfundur kann einans haldast, um ein meiriluti í nevndin ynskir hetta, ella ½ av limunum skriftliga ynskja hetta.

Stk. 2 Kravt verður at teir limir, sum hava innkallað til eykaaðalfund, hava eitt framsøgufólk.  Innkallað verður sum í § 4.

  • 6 Leiðsla felagsins

Stk. 1 Tríggir limir skulu vera í nevndini, ið skipar seg sjálva.

Stk. 2 Um nevndin hevur tríggir limir, stendur ein limur fyri vali hvørt ár. Fyrsta og annað árið, verður lutakast um tað.

Stk. 3 Felagið verður teknað av formanninum og einum nevndarlimi.

  • 7 Nevndin

Stk. 1 Formaðurin ella tveir nevndarlimir innkalla til nevndarfund. Nevndarlimirnir hittast í minsta lagi tvær ferð um árið.

Stk. 2 Nevndin er viðtøkufør, tá 2/3 av limunum eru tilstaðar.

Stk. 3 Avgerðir verða tiknar við fleirtali.

Stk. 4 Gerðabók verður skrivað, og møguligur minniluti kann krevja at fáa teirra meining í fundarfrásøgnina.

Stk. 5 Nevndin kann strika ein lim, um hesin hevur brotið seg ímóti viðtøkum felagsins. Viðkomandi kann tó kæra avgerðina til fyrstkomandi aðalfund.

Stk. 6 Nevndin hevur ábyrgd av tí dagligu leiðsluni av felagnum, sambært reglugerðini.

Stk. 7 Eingin í nevndini kann nýta felagið til handilsliga endamál, við egnum vinning fyri eygað.

  • 8 Fíggjarviðurskiftir

Stk. 1 Fyri at halda útreiðslur felagsins, ásetur aðalfundurin tað árliga limagjald.

Stk. 2 Limagjald skal gjaldast á hvørjum ári innan 1. mars. Um limagjaldið ikki er goldið, tá freistin er farin, verður limurin hvílandi limur, og fær ikki lut í tænastum felagsins og hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundi. Hevur limurin ikki goldið innan ½  ár, verður hann strikaður.

Stk. 3 Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.

Stk. 4 Grannskoðaður roknskapur skal verða greitt uppsettur.

  • 9 Arbeiðsbólkar

Stk. 1 Møguligir arbeiðsbólkar skulu mannast av minst trimum fólkum. Møguligar útreiðslur skulu góðkennast av nevndini, áðrenn goldið verður.

Uppskot til broyting av reglugerð 18.3.2019

1 Navn felagsins