Miðnámsrit 24 – mars 2022 3
Talblindir næmingar – hvat, hví og hvussu?
Rakul Napoleonsdóttir
Í hesi grein verður ljós varpað á teir næmingar, ið hava serligar
avbjóðingar í støddfrøði og øðrum lærugreinum, har tøl og talmongdir
hava týdning. Fyri nøkrum árum síðan var vanlig fatan, at næmingar, ið
ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens og vóru ikki skikkaðir til
miðnám ella hægri lestur. Nú er vísindin samd um, at talblindni
(dyskalkuli) og orðblindni (dysleksi) ikki standast av avmarkaðum evnum
at hugsa, skilja og læra, men eru harafturímóti íbornir neurologiskir
veikleikar, ið skúlaskipanir víða hvar eiga at taka í álvara.
Støddfrøði verður roknað sum ein tann størsta og týdningarmiklasta lærugreinin í
skúlaskipanini. Allir næmingar hava ikki eins góðan hug til støddfrøði, og allir
næmingar hava ikki eins lætt við at læra støddfrøði. Soleiðis hevur tað altíð verið, og
hetta hevur verið roknað sum púra vanligt.
Tey, ið hava kannað próvtøkuúrslit í støddfrøði í ymiskum londum farnu árini, siga, at
millum 15 og 22 prosent av øllum næmingum hava trupulleikar við at læra støddfrøði,
og at henda laka læruúrtøkan kemur til sjóndar í ársroyndum og próvtøkuúrslitum.
Tey, ið hava granskað í sernámsfrøðiligum spurningum á fólkaskúla- og
miðnámsskúlaøkinum, siga, at teir næmingar, ið ikki duga støddfrøði eins væl o