22
mar
2024
Góðu limir Vegna nevndina takka vit fyri ein hugnaligan dag á Námi, og vóna at tit fingu okkurt burturúr degnum. Í nevndini sita nú: Annika K. Joensen og Charlotta Thorsteinsson Birgitte Arent varð afturvald. Barbara Eysturdal Huusgaard varð vald sum eykalimur. Simona Johannesen varð vald sum granskoðari. Slites frá degnum
10
mar
2024
Góðu limir Í sambandi við, at tit hava fingið innbjóðing til aðalfund, vilja vit hervið minna á, at uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera nevndini í hendi 7 dagar fyri aðalfundin. Mint verður á, at nevndarval verður, og at tit eru vælkomin at bjóða tykkum fram í nevndini.
4
mar
2024
Góðu limir Arbeiðsdagur og aðalfundur hjá Orðblindalærarafelagnum verður á Námi, 21. mars uml. kl. 9-14. Minnist til at gjalda limagjaldið, sum nú er hækkað til kr. 150 á konto: 9870 9888757. Á aðalfundinum stendur ein limur fyri vali. Tit eru vælkomin at bjóða tykkum fram í nevndina, og gera hetta við at
4
mar
2024
STÓRTÍÐINDI! Nú ber endiliga til at finna eina rúgvu av føroyskum ljóðbókum á eReolen at lurta eftir. Soleiðs gert tú: 1. Far inn á eReolen.dk og trýst á Log ind 2. Vel antin Landsbókasavnið ella Býarbókasavnið 3. Fyll inn lánaranummarið og pinkotuna hjá tær. Minnist tú ikki hvat tað er,