STÓRTÍÐINDI!
Nú ber endiliga til at finna eina rúgvu av føroyskum ljóðbókum á eReolen at lurta eftir.
Soleiðs gert tú:
1. Far inn á eReolen.dk og trýst á Log ind
2. Vel antin Landsbókasavnið ella Býarbókasavnið
3. Fyll inn lánaranummarið og pinkotuna hjá tær. Minnist tú ikki hvat tað er, ring til títt bókasavn, sum kann hjálpa tær
4. Tá tú hevur loggað inn, vel “Søg” og skriva so * (stjørna) í leitifeltið, har tað stendur “Søg efter”.
5. So kemur tú til eina síðu, har tú fært møguleikan at ‘filtrera’. Á telduni sært tú filtrini, tú kanst velja til vinstru. Á fartelefonini skalt tú trýsta á eitt ikon til høgru ovarlaga á síðuni.
6. Nú kemur tú til eina síðu, har tú kanst skrolla niður og velja mál (færøsk)
7. Voilá! So koma føroysku ljóðbøkurnar fram og tú kanst velja tær eina at lurta eftir.
Enjoy!
P.S. Eg kann viðmæla at heintað appina hjá eReolen niður á fartelefonina hjá tær, so hevur tú lættari og skjótari atgongd til ljóðbøkurnar.
Eg kann eisini viðmæla, at tú meldar teg inn í facebook bólkin “Ljóðbøkur”, har boðað verður frá, tá nýggjar ljóðbøkur koma út.
Vinarliga
Annika Katrin Joensen
Varaskúlastjóri/deildarleiðari Skúlin í Eysturkommunu Telefon: +298 730060