Lesi- og skrivitænastan á Glasi við nýggjari síðu
22. apr. 2024
Lesi- og skrivitænastan á Glasi hevur dagført og bøtt munandi um hjálpartólini á heimasíðu okkara.
Á dagførdu síðuni eru hent amboð, leinki, frymlar og vegleiðingar í at nýta alt hetta. Eisini er kunning um lesi- og skrivitrupulleikar sum heild.
Amboðini eru hent fyri allar næmingar á Glasi.