Hvussu verður undirvísingin til orðblind skipað á bestan hátt fyri næmingin?
At vera orðblindur er ein spesifikkur og varandi trupulleiki, og tí ræður tað um at veita næminginum hjálp til sjálvhjálp. Tað siga Annika Marr Poulsen, lesivegleiðari og orðblindalærari, og Fríðbjørg Hammer, serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki
8. januar 2016
At veita næminginum, sum stríðist við orðblindi hjálp til sjálvhjálp, er m.a. at læra hann nøkur amboð, sum hann kann brúka í skúlanum og tilgongdini at læra. Mett verður, at 2-7 prosent av einum árgangi eru orðblind; hesi eru ikki savnað í einum flokki ella skúla, men eru spjadd í ymsum flokkum. Tí er siðvenjan nógva staðni, at næmingar við orðblindi verða tiknir úr vanligu undirvísingini nakrar tímar um vikuna, har teir fáa undirvísing. Men hetta er ikki tað besta, vit kunnu bjóða teimum, heldur Annika Marr Poulsen. Hon er lærari í einum tí størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum í Havn, og har savna tey orðblindanæmingar í bólkar.
– At savna næmingarnar í bólkar kann hava avbjóðingar við sær, tí teir kunnu vera á ymiskum aldurs- og floksstigi, og orðblindatrupulleikin, teir hava, kann vera ógvuliga ymiskur. Og tað er ikki bara sum at siga tað at taka næmingar úr flokkinum. Næmingarnir hava ymiska tímatalvu; taki eg næmingin úr undirvísingini, tá ið flokkurin arbeiðir við onkrum serligum og onkrum, sum næmingurin eigur at vera partur av, so er spurningurin, hvat gagn tað ger at taka hann úr. Eg veit og síggi á næmingunum, at henda loysnin ikki er nóg góð fyri teir, og hetta kann gera trupulleikarnar hjá teimum enn størri, og serliga í framhaldsdeildini. Tí hevði verið ynskiligt, at vit fingu eitt orðblindatilboð, sigur Annika Marr Poulsen.
Skulu næmingarnir takast úr tímunum, eigur hetta at verða gjørt í eitt tíðarskeið og ikki sum fastur partur í tímatalvuni, heldur Annika Marr Poulsen.
– Taka vit teir út í eitt tíðarskeið, kunnu vit læra teir okkurt ávíst, nøkur amboð til dømis, síðan fara teir í vanligu undirvísingina aftur og royna tað, teir hava lært. Ein vansi afturat við at taka teir út, er, at tað, sum teir læra av orðblindalæraranum, taka teir ikki við inn í vanligu undirvísingina, tí lærararnir, teir hava, kenna alt ov lítið til amboðini, orðblind hava. Her er tað týdningarmikið at ráðgeva lærarunum. Í Skúlanum á Fløtum hava vit, sum eru knýtt at førleikastovuni, fingið tímar til ráðgeving. Tí kunnu vit ráðgeva lærararnar, soleiðis at teir betri kenna amboðini, orðblind hava.
Orðblindalærarar hava tímar í virksemisætlanini, sum eru ætlaðir til at gera kanningar, orðblindaroyndir, tilmæli, ráðgeva, samskifta við lærararnar, sum hava næmingarnar, við foreldrini og hjálpa til at leggja lag á.
– Av tí at eg arbeiði í einum miðalstórum skúla, eru tað hagtalsfrøðiliga sæð ikki so nógvir næmingar við orðblindi, kanska einir 3 um árið, og tí áttu tímarnir, sum eg havi, at rokkið til tað, eg skal. Men skal eg gera annað enn hetta, tað vil siga undirvísa, so eru tímarnir ov fáir, og hetta kundi eg hugsað mær gjørdist betri. Fáa næmingarnir tímar til serligan tørv, er eitt sindur at heinta har, men tað fáa allir næmingar ikki. Tí mugu miðfirraðu tímarnir eisini brúkast, sigur Fríðbjørg Hammer, ið arbeiðir í Kollafjarðar skúla.
Lesið greinina í fullari stødd í Skúlablaðnum nr 6, 2015.