aútbúgvingin má endurskoðast. Birna Heinesen …………………………….. 30
Miðnámsrit 24 – mars 2022 3
Talblindir næmingar – hvat, hví og hvussu?
Rakul Napoleonsdóttir
Í hesi grein verður ljós varpað á teir næmingar, ið hava serligar
avbjóðingar í støddfrøði og øðrum lærugreinum, har tøl og talmongdir
hava týdning. Fyri nøkrum árum síðan var vanlig fatan, at næmingar, ið
ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens og vóru ikki skikkaðir til
miðnám ella hægri lestur. Nú er vísindin samd um, at talblindni
(dyskalkuli) og orðblindni (dysleksi) ikki standast av avmarkaðum evnum
at hugsa, skilja og læra, men eru harafturímóti íbornir neurologiskir
veikleikar, ið skúlaskipanir víða hvar eiga at taka í álvara.
Støddfrøði verður roknað sum ein tann størsta og týdningarmiklasta lærugreinin í
skúlaskipanini. Allir næmingar hava ikki eins góðan hug til støddfrøði, og allir
næmingar hava ikki eins lætt við at læra støddfrøði. Soleiðis hevur tað altíð verið, og
hetta hevur verið roknað sum púra vanligt.
Tey, ið hava kannað próvtøkuúrslit í støddfrøði í ymiskum londum farnu árini, siga, at
millum 15 og 22 prosent av øllum næmingum hava trupulleikar við at læra støddfrøði,
og at henda laka læruúrtøkan kemur til sjóndar í ársroyndum og próvtøkuúrslitum.
Tey, ið hava granskað í sernámsfrøðiligum spurningum á fólkaskúla- og
miðnámsskúlaøkinum, siga, at teir næmingar, ið ikki duga støddfrøði eins væl og
javnaldrar, skulu ikki setast í sama bólk, men harafturímóti skiftast sundur í tveir
ymiskar bólkar. Hesir bólkar eru:
• Næmingar, ið eru talblindir; enska heitið er “developmental dyscalculia”
• Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum; enska heitið
er “mathematical learning difficulties”
Niðanfyri verða bólkarnir viðgjørdir hvør sær.
Næmingar, ið eru talblindir
Leiðandi granskarar siga, at millum 5 og 7 prosent av øllum næmingum eru talblindir.
Lutfallið millum gentur og dreingir er 1:1. Hetta merkir, at í hvørjum skúlaflokki
kunnu sita ein, tveir ella tríggir næmingar, sum ikki megna teir mest grundleggjandi
førleikarnar í støddfrøði og tískil hava trupult við:
• at leggja tøl saman
• at draga frá
Miðnámsrit 24 – mars 2022 4
• at falda
• at býta
• at skyna klokkuna
• o.s.fr.
Tá ið næmingarnir ikki megna grundleggjandi aritmetikk, sigur tað seg sjálvt, at teir
eru púra fyri ongum, tess longri teir koma í skúlaskipanini.
Tað, ið eyðkennir næmingar, ið eru talblindir, er, at teir á øðrum økjum og fakligum
mótum eru eins væl fyri og javnaldrarnir. Teir hava eins lætt við at læra mál og onnur.
Teir duga eins væl at lesa, greiða og greina tekstir. Teir hava eins stórt innlit í søgulig
og samfelagslig viðurskifti. Teir standa seg eins væl í skapandi lærugreinunum og í
ítrótti. Teir hava eins nógvar vinir og eru eins virknir á sosialu miðlunum, o.s.fr. Tað er
bara, tá ið teir skulu fáast við tøl, at teir smokka niðurímillum og krevja serligt
námsfrøðiligt uppmerksemi.
Talblindni var fyrr í tíðini sett í samband við lágan intelligens og uppfatað sum eitt
tekin um menningartarn. Mongu søgurnar um, at talblind fólk hava skarað framúr á
mongum øðrum økjum, hava punkterað hesa mytuna, og í 21. øld verður talblindni
lýst sum ein psykiatrisk diagnosa, sum hevur síni egnu sjúkueyðkenni.
Talblindni er ein nógv nýggjari diagnosa enn orðblindni, og av somu orsøk vita
granskarar ikki eins nógv um talblindni, sum teir vita um orðblindni. At
granskingarøkið er nýtt, merkir eisini, at mongdin av hjálparamboðum, sum eru ment
til næmingar, ið eru talblindir, er lutfalsliga avmarkað og fábroytt.
Leiðandi granskarar eru samdir um, at orsøkin til at nakrir næmingar eru talblindir er,
at teir hava ein viðføddan, neurologiskan veikleika í heilanum. Hetta merkir, at teir
partar av heilanum, ið eru serliga virknir, tá ið ein fæst við talviðgerð, hava niðursett
virkisføri ella eru ikki mentir eins væl og aðrir partar av heilanum.
Ein hevur kunnað staðfest, hvørjir partar av heilanum eru ávirkaðir, við at nýta
neurologiskar kanningarhættir. Ein hevur bæði:
• kannað heilan hjá fólki, ið hava fingið heilaskaða og hareftir hava mist ein
førleika – nevniliga førleikan at skilja tøl og at fáast við tøl
• skannað heilan hjá næmingum, ið eru talblindir, meðan teir loysa eina
uppgávu í støddfrøði, og samanborið heilavirksemið hjá hesum somu
næmingum við heilavirksemið hjá næmingum, ið ikki eru talblindir, tá ið hesir
loysa somu uppgávu
Miðnámsrit 24 – mars 2022 5
Ein stórur partur av teimum næmingum, ið eru talblindir, hava talblindni sum
høvuðstrupulleika – og sum einasta psykiatriska trupulleika. Men kanningar vísa, at
talblindir næmingar kunnu eisini hava samdiagnosur. Tær mest vanligu eru:
• ADHD
• orðblindni
• epilepsi
Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum
Kanningar vísa, at umframt teir næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði, tí teir
eru talblindir, hava millum 10 og 15 prosent av øllum næmingum trupulleikar við
støddfrøði av øðrum orsøkum. Høvuðsorsøkirnar eru:
• at teir ikki hava havt nóg góðar lærarar í støddfrøði gjøgnum skúlagongdina og
hava tískil ikki lært grundleggjandi støddfrøðiførleikar
• at foreldur teirra hava lítla og onga útbúgving og hava tískil ikki verið før fyri at
stuðla teimum gjøgnum skúlagongdina og hjálpt teimum við heimaarbeiði
• vantandi motivatión
• angist fyri støddfrøði
Sum sæst omanfyri, eru tað ikki neurologiskar orsakir, ið gera, at hesir næmingar ikki
standa mát í støddfrøði. Og hesir næmingar hava av somu orsøk tørv á einum øðrum
pedagogiskum stuðli enn næmingar, ið eru talblindir.
Talblindni – hvussu verður diagnosan sett?
Tey, ið undirvísa í støddfrøði, gerast rættuliga skjótt varug við, hvørjir næmingar hava
serligar avbjóðingar í lærugreinini. Í londum, ið hava givið talblindni ans seinnu árini,
hevur ein ment fýra sjálvstøðugar og tó samanhangandi kanningartilgongdir í
royndini at fáa eyga á henda málbólkin so tíðliga í skúlagongdini sum gjørligt:
• Ein screeningstest: Allir næmingar í einum flokki verða bidnir um at loysa
einfaldar rokniuppgávur, har teir skulu telja tøl, leggja saman, draga frá, falda,
býta, o.s.fr.
• Einstaklingsrættað test: Teir næmingar, ið hava stórar trupulleikar í
screeningstestini, fáa eina serliga test, har teir skulu loysa fleiri ítøkiligar
uppgávur, ið skulu vísa, hvør høvuðstrupulleikin er
• Eygleiðing: Ein serkønur persónur fer inn í støddfrøðitíma at eygleiða
viðkomandi næmingar, meðan undirvísingin er. Endamálið er at fáa eyga á,
hvussu næmingurin tekur lut í undirvísingini, og at finna fram til, hvørjar
mannagongdir hann hevur ment fyri at fjala út yvir avbjóðingarnar
Miðnámsrit 24 – mars 2022 6
• Ein samrøða við allar teir lærarar, ið undirvísa næminginum, fyri at kunna
staðfesta í hvørjum lærugreinum næmingurin stríðist
Tað finnast nógvar screeningstestir, ið hava til endamáls at sálda tey, ið hava
trupulleikar við støddfrøði, frá øðrum. Men fáar av hesum testum eru autoriseraðar –
tað er, at tær eru mentar av fakfólki og eru av slíkum slagi, at tær kunnu sigast at vera
eftirfarandi (validar) í sernámsfrøðiligum høpi.
Tær screeningstestir, ið eru á marknaðinum, eru eisini eitt sindur ymiskar frá landi til
land. Og alt hetta ger screeningsarbeiðið eitt sindur fløkt og trupult at fáast við og at
seta í verk.
Hvønn pedagogiskan stuðul hava talblindir næmingar tørv á?
Tey, ið granska í talblindni, eru samd um, at tess fyrri diagnosan verður sett, tess
størri møguleikar eru til at hjálpa og vegleiða teir næmingar, ið eru talblindir.
Mælt verður tí til, at ein longu í barnagarðs- og forskúlaaldri skal fremja screeningar
av øllum børnum.
Tað pedagogiska tilboðið, ið verður veitt, eigur bæði at verða tongt at aldursbólki og at
næminginum sjálvum. Næmingar eru ymiskir – teir hava ymiskar læristílar og
læristrategiir.
Tey pedagogisku tilboð, ið verða givin, eru ofta tongd at hesum leiðreglum:
• Næmingalagað undirvísing. Tú byrjar undirvísingina á tí stigi, næmingurin er á
– og ikki á tí floksstigi, hann hoyrir til
• Stuðulstímar, sum hava neyvt endamál. Ein arbeiðir bæði við ávegismálum og
endamálum
• Uppgávur, ið talblindir næmingar fáa, skulu vera sera neyvt orðaðar.
Næmingurin sær ítøkiliga og stigvíst, hvat verður væntað av honum
Afturat hesum roynir ein at menna amboð og funkur, ið kunnu stuðla talblindum
næmingum at sleppa inn í støddfrøðiliga heimin, og at síggja veruleikan við
støddfrøðiligum brillum. Á hesum móti hevur ein øll tey hjálpitól, ið seinnu árini eru
ment á dysleksi-økinum, sum fyridømi.
Hvussu eru útlitini, um einki verður gjørt til at stuðla talblindum?
Av tí at talblindni er ein lutfalsliga nýggj diagnosa, hava vit avmarkaða vitan um,
hvussu tað gongur hjá hesum málbólki á útbúgvingar- og starvsleiðini seinni í lívinum.
Miðnámsrit 24 – mars 2022 7
Tey, ið eru serkøn á økinum, vísa tó á, at talblindir næmingar trívast verri enn
floksfelagarnir í fólkaskúlanum og á miðnámi, tí tað er so svárt og eyðmýkjandi at
kenna seg sum ein sibba í hvørjum einasta støddfrøðitíma.
Somu serfrøðingar vísa á, at fólk, ið eru talblind, eru í størri vanda fyri ikki at
gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving og eina víðari útbúgving, tí førleikin at fáast við
tøl er so grundleggjandi í allari skúlaskipanini. Og endar ein uttan fyri skúlaskipanina,
er øktur vandi fyri, at ein seinni í lívinum endar uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta
merkir, at talblindni kann verða (og er ofta) ein trupulleiki, ið ávirkar alla lívsleiðina.
Keldur
Mononen, R. & Lopez-Pedersen, A. (2019): Matematikkvansker. Í: Specialpædagogik.
Cappelen Damm Akademisk.
Price G. R. & Ansari, D. (2003): Dyscalculia. Characteristics, causes ans treatments.
Numeracy 6 (1).
Shalev, R. (2004): Developmental dyscalculia. Journal of Child Neurology, 19 (10).