Nýtt á føroyska talukennaranum VoisIT

Nýtt á føroyska talukennaranum VoisIT

Martha W. Dalsgaard No Comments

***NÝGGJ SLEPPING***
Slepping 1.1.0 – 27. September:
Víðka útgáva av VoisIT við eini røð av nýggjum hentleikum:
– Burturbeint enska talukenning, og broytt appina so hon nú bert er tøk á Føroyskum, fyri at geva eina meira málrættaða brúkara-uppliving.
– Gjørt betri pláss fyri tekstinum, við til dømis at burturbeina VoisIT tekstin ovast, og at gera knøttarnar minni.
– Skift millum ljósan/myrkan skerm, fyri at tilpassa appina til tað tær dámar betur.
– Møguleika fyri at seta komma, punktum, spurnartekin, osfr. við at siga tekni sum tú ynskir at seta inn í tekstin. Eisini er møguleiki at innseta reglubrot.
– Ein innbygd orðabók til Føroysk nøvn og sernøvn, soleiðis at tú kanst seta nøvnini við stórum, ella at broyta tey aftur til smátt við at trýsta á tey.
– Møguleika fyri í lættari mun at avrita og strika. Knøttur er nú til at avrita øll boð og til at strika øll boð. Eisini ber til at swipe’a til vinstru fyri at strika ávís boð, og at avrita við at tøppa og halda á einum boðum.
– Appin minnist nú tulkaðu boðini/tekstirnar soleiðis at hesi ikki hvørva tá appin verður sløkt
– Gjørt knøttar afturat so til ber at avrita allar tekstir í senn, og at strika allar tekstir í senn (ávaring verður víst áðrenn strika verður).
– Far inn á App Store og trýst á “Opdater” um tín fartelefon ikki stendur til at dagføra appir sjálvvirkandi.

Vika 40 – Orðblindavika

Martha W. Dalsgaard No Comments

http://Ordblindeugen 2023 | Vitec MV (vitec-mv.com)

Ordblindeugen 2023 | Vitec MV (vitec-mv.com)

 

 

IntoWords – Hvussu riggar?

Martha W. Dalsgaard No Comments

Góðu limir
Nú IntoWords hevur virkað í eina tíð, vilja vit fegnar vit hvussu tað hevur riggað hjá tykkum.
Eru tað onkrir trupulleikar, ið tit renna tykkum í?
Vinarliga sigið okkum frá aftur.
Vegna nevndina

Annika Katrin Joensen

Forkvinna í Orðblindalærarafelagnum

iSolveIT føroyskur talukennari – VoisIT – 29. aug 2023

Martha W. Dalsgaard No Comments

iSolveIT hevur ment ein føroyskan talukennara úr tilfarinum frá Ravnur verkætlanini – appin eitur VoisIT.

Her er eitt videobrot um tilgongdina: https://www.youtube.com/watch?v=pebOgsuC68E

Leinki til iOS (iPhone): https://apps.apple.com/dk/app/voisit/id6459887023

Leinki til Android: https://play.google.com/store/apps/details?id=net.isolveit.voisit

Til ber at kopiera teksin úr appini og seta hann inn aðrastaðni 😊

IntoWords á føroyskum

Martha W. Dalsgaard No Comments

IntoWords á føroyskum

13.01.2023

Forritið IntoWords er nú tøkt at nýta á føroyskum.

Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesi og skriviveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð, til at lesa og skriva.

Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á t.d. Windows-teldum, Chromebook, I-pad og I-phone. IntoWords á føroyskum – Snar.fo

Nýtt tilfar !! Orðblindakanning til 3. flokk – Mona Steintún og Torgunn Poulsen

Martha W. Dalsgaard No Comments

Aðalfundur og arbeiðsdagur hjá Orðblindalærarafelagnum 6. mars 2023 á Námi

Martha W. Dalsgaard No Comments

Aðalfundur og arbeiðsdagur hjá Orðblindalærarafelagnum

  1. mars 2023 ( skeiðshølið á Námi)

 

09:00 –09.05 Vælkomin, Annika K. Joensen, forkvinna

09:05 -09:45   Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður í barna-og undirvísingarmálum

09:45- 10:10   Morgunmatur

10:10 -10:30   Mit CFU – Tóri Slættalíð

10:30 -10:50   Orðblindakanningin til 3. flokk – Mona Nattestad Steintún

10:50 -11:10   Drekka

11:10 -11:30   IntoWords og landsroyndir – Andrea á Rípuni og Ása K. Kalsø

11:30 -11:50   IntoWords – Annika K. Joensen

11:50 -12:50   Døgurði, Hotel Brandan

12:50 – 14.00 Aðalfundur

14:00               Drekka

Aðalfundur í Orðblindalærarafelagnum 6. mars 2023 – Tilmelding annika.katrin.joensen@skulin.fo

Martha W. Dalsgaard No Comments

Góðu limir

Skráin til Orðblindalæraradagin og aðalfundin 6. mars 2023:

Broytingar kunnu koma fyri í skránni.

Í sambandi við at IntoWords er á skránni, er gott at hava teldu / i-pad / i-phone og smátalarar við.

Tilmeldingin fer fram, við at senda teldupost til: annika.katrin.joensen@skulin.fo

Viðmerkið eisini, um tit koma við at eta á Hotel Brandan

Hjartaliga vælkomin

Vegna nevndina

Annika Katrin Joensen
Forkvinna í Orðblindalærarafelagnum

Birgitte Arent
Skrivari

Charlotta Thorsteinsson
Peningarøkil

Aðalfundur í Orðblindalærarafelagnum mánadagur 6. mars 2023

Martha W. Dalsgaard No Comments

Aðalfundur og arbeiðsdagur hjá Orðblindalærarafelagnum 6. mars 2023

09.00 – 09.30 Morgunmatur
09.30 – 09.40 Vælkomin, Annika K. Joensen, forkvinna
10.00 – 10.20 Orðblindakanningin til 3. flokk – Mona Nattestad Steintún
10.20 – 10.40 Drekka
10.40 – 11.30 IntoWords – Annika K. Joensen
11.30 – 11.50 IntoWords og landsroyndir – Andrea á Rípuni
11.50 – 12.50 Døgurði, Hotel Brandan
12.50 – 14.00 Aðalfundur
14.00 Drekka

Nota kemur við nýggjari app- nota.dk – des.2022

Martha W. Dalsgaard No Comments

Nota lancerer ny app spækket med fantastiske features | Nota
Adgang til hele Notas bibliotek. Lanceringen af Notas nye app byder på en lang række spændende features.
En af de helt store nyheder er tilføjelsen af e-bøger samt aviser og blade, hvilket betyder at brugerne med den nye app får adgang til hele Notas bibliotek.
nota.dk

https://nota.dk/aktuelt/nota-ny-app