Ráðstevna, ORD22 í Keypmannahavn – september 2022

Ráðstevna, ORD22 í Keypmannahavn – september 2022

Martha W. Dalsgaard No Comments

Skúlablaðið: Í september savnaðust lærarar og onnur á ráðstevnuni, ORD22 í Keypmannahavn. Børne- og Undervisningsministeriet og Styrelsen for Undervisning og Kvalitet skipaðu fyri. Úr Føroyum tóku lærararnir Annika Katrin Joensen og Charlotta Thorsteinsson lut. Endamálið við ráðstevnuni er at miðla ta nýggjastu vitanina frá gransking og royndum um orðblindni og aðrar lesitrupulleikar. ORD22 er ætlað teimum, ið starvast í fólkaskúlum, við ungdóms- og vaksnamannaútbúgvingum umframt hægri lestri.

Áhugin at taka lut var stórur. Luttakaratalið var 680; ikki færri enn 60 onnur stóðu á bíðilista. Hetta vísir, at áhugin fyri teimum orðblindu og lesi- og skriviveiku er stórur. Royndirnar vísa eisini, at meira verður gjørt í dag at finna fram til teirra, ið stríðast á hesum øki, og at royna at hjálpa teimum so tíðliga sum gjørligt. Fyrr hevur verið sagt, at um 7 % av fólkatalinum eru orðblind, men í dag verður sagt, at helst eru um 11 %, ið stríðast við orðblindni, hetta tí fleiri kanningar eru at finna hesi.

Orðblindni er ein lívlangur trupulleiki, men við góðum stuðli og tøkniligum møguleikum kanst tú í dag taka júst ta útbúgving, tú hevur hug til. Tað, at tú tíðliga í skúlatíðini fært staðfest orðblindni og fært at vita, hvussu tú best kemur ígjøgnum lesi- og skriviuppgávur og gerst tryggur við hjálpartólini, er av alstórum týdningi.

Á ráðstevnuni greiddi kenslumálaráðharrin í undanfarnu stjórn frá, at 88 milliónir krónur eru settar av árini 2023-2026 til orðblindaøkið. Nærum helvtin av játtanini, 40 milliónir, fer til at hjálpa ungum á FGU skúlunum – fyrireikandi grundútbúgvingunum. FGU hjálpir einum stórum parti av næmingum, ið koma við orðblindni, men staðið hevur á fíggjarliga. Stjórnin vil eisini tryggja, at lærarar og leiðarar á ungdómsútbúgvingunum eru førir fyri at taka sær av orðblindum næmingum.

Fyrireikandi grundútbúgvingin FGU er ein nýggjur skúlaformur í Danmark. Byrjað varð í august 2019, og í dag eru 27 stovnar, sum 88 skúlar eru knýttir at. Útbúgvingin á hesum skúlum er ætlað ungum undir 25 ár, sum ikki eru komin í gongd við nakra útbúgving, og sum eru arbeiðsleys. FGU rúmar teimum ymsu førleikunum hjá teimum ungu, og endamálið er at geva teimum vitan, kunnleika og hegni og at fáa greiðu á og tileggjan at gjøgnumføra eina ungdómsútbúgving ella at velja ófaklært arbeiði.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022

Gratis online fyrilestrar um orðblindni – leinki

Martha W. Dalsgaard No Comments

http://www.digidage.dk/program

Leinkja til gratis online fyrilestrar um m.a. ordblindni – www.digidage.dk

Martha W. Dalsgaard No Comments

Digitaliseringsdage| Program Digitaliseringsdage (digidage.dk)

Digitaliseringsdage| Program Digitaliseringsdage
På konferencen vil der blandt andet være oplæg om digital dannelse og kritisk stillingtagen, tips og tricks til anvendelse af teknologi i undervisningen, debatter om potentialer og udfordringer ift. institutionernes digitale hverdag, datainformeret undervisning, anvendelse af teknologi, brug af læringsdata og meget mere.
www.digidage.dk

VIKA 40 ER ALTJÓÐA ORÐBLINDAVIKA

Martha W. Dalsgaard No Comments

SERSTAKIR LESI- OG SKRIVITRUPULLEIKAR
IKKI HEFTIR AT:
•INTELLIGENSI
•ALDRI
•MOTIVATIÓN
•ÚTBÚGVINGARSTØÐI
– OFTA ARVALIGIR

Innbjóðing til fyrilestur um arbeiðsminni 7. okt. 2022 kl. 12-15.30 á Nám

Martha W. Dalsgaard No Comments

Vælkomin til fyrilestur um arbeiðsminni við Ib Hedegaard Larsen

Í sambandi við orðblindavikuna – viku 40, verður skipað fyri tiltaki við Ib Hedegaard Larsen.

Tiltakið verður á Námi, fríggjadagin, 7. oktobur kl. 12.00 -15.30.

Skrá:

12.00 Ábit

13.00 Fyrilesturin við Ib Hedegaard Larsen verður ”stroymdur”

Evni: Hvussu kunnu vit hjálpa næmingum, ið hava trupulleikar við arbeiðsminninum

14.30 Drekka og kjak

15.30 Liðugt

Ib Hedegaard Larser er lærari og cand. pæd. psych. Hann hevur m.a. arbeitt sum skúla sálarfrøðingur og deildarstjóri í Keypmannahavnar Kommunu. Hann hevur nógvar royndir við at undirvísa næmingum við stórum lesi – og skrivitrupulleikum og orðblindum. Eisini hevur hann skrivað hópin av undirvísingartilfari.

Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er 21. september 2022. Tilmelding fer fram við at senda SMS til Anniku tlf. 264198.

Nevndin í Orðblindalærarafelagnum

Innbjóðing

Martha W. Dalsgaard No Comments

Innbjóðing.
Tórshavn 06.mai.2022.

So kom dagurin, framløgan av “føroyska talukennaranum” 
Tíð: 8. juni 2022 kl. 14:00
Stað: Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum
Skrá:
• Vælkomin
• Týdningurin av einum talukennara
• Stutt frágreiðing um verkætlanina
• Framløga av virknum talukennara
• Næsta stig?

Vit gleða okkum at vísa fram úrslitið av hesum arbeiði og aftaná bjóða til prát og hugna.
Vit vóna, tit seta stundir av til hesa løtu saman við okkum.
Neyðugt er við tilmelding innan 1. juni til: kak@sjondepilin.fo

Vinaliga vegna Ravn

Karin Kass, íverkseti og samskipari
Tlf.: 21 82 22
TALUTØKNI

Um verkætlanina
Málið var at kunna tosa okkara móðurmál og fáa hetta út á skrift í ymiskum samskiftistólum. Verkætlanin umfatar tann málsliga partin, sum verður lagdur út frítt til víðari at kunna laga talukennaran til ymisk hjálparamboð. Málsliga tilfeingið er eisini fongur fyri víðari málgransking. Verkætlanin er komin á mál juni 2022.
Ein arbeiðsbólkur bleiv settur til uppgávuna primo 2019. Bólkurin fekk heitið Ravnur. Bólkurin umfatar ein íverkseta/fyrisitingarligan verkætlanarleiðara, ein fakligan verkætlanarleiðara, 3 málfrøðingar, 1 KT-frøðing og 5 hjálparfólk, sum eru lesandi á Føroyamálsdeildini .

Innbjóðing til framløgu um talukennaran 8. juni 2022 kl. 14 í Kongshøll Sjóvinnuhúsið

Martha W. Dalsgaard No Comments

Góðu limir

So eru spennandi nýggjheitir um føroyska talukennaran. Í dag hava vit móttikið innbjóðing til framløgu um talukennaran.

Viðfest er innbjóðingin til framløgu av føroyska talukennaranum. Minnist til at melda tykkum til tiltakið.

Vegna nevndina

Annika Katrin Joensen
Forkvinna í Orðblindalærarafelagnum

Talblindni – grein úr Miðnámsriti 24.3.22

Martha W. Dalsgaard No Comments

aútbúgvingin má endurskoðast. Birna Heinesen …………………………….. 30
Miðnámsrit 24 – mars 2022 3
Talblindir næmingar – hvat, hví og hvussu?
Rakul Napoleonsdóttir
Í hesi grein verður ljós varpað á teir næmingar, ið hava serligar
avbjóðingar í støddfrøði og øðrum lærugreinum, har tøl og talmongdir
hava týdning. Fyri nøkrum árum síðan var vanlig fatan, at næmingar, ið
ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens og vóru ikki skikkaðir til
miðnám ella hægri lestur. Nú er vísindin samd um, at talblindni
(dyskalkuli) og orðblindni (dysleksi) ikki standast av avmarkaðum evnum
at hugsa, skilja og læra, men eru harafturímóti íbornir neurologiskir
veikleikar, ið skúlaskipanir víða hvar eiga at taka í álvara.
Støddfrøði verður roknað sum ein tann størsta og týdningarmiklasta lærugreinin í
skúlaskipanini. Allir næmingar hava ikki eins góðan hug til støddfrøði, og allir
næmingar hava ikki eins lætt við at læra støddfrøði. Soleiðis hevur tað altíð verið, og
hetta hevur verið roknað sum púra vanligt.
Tey, ið hava kannað próvtøkuúrslit í støddfrøði í ymiskum londum farnu árini, siga, at
millum 15 og 22 prosent av øllum næmingum hava trupulleikar við at læra støddfrøði,
og at henda laka læruúrtøkan kemur til sjóndar í ársroyndum og próvtøkuúrslitum.
Tey, ið hava granskað í sernámsfrøðiligum spurningum á fólkaskúla- og
miðnámsskúlaøkinum, siga, at teir næmingar, ið ikki duga støddfrøði eins væl og
javnaldrar, skulu ikki setast í sama bólk, men harafturímóti skiftast sundur í tveir
ymiskar bólkar. Hesir bólkar eru:
• Næmingar, ið eru talblindir; enska heitið er “developmental dyscalculia”
• Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum; enska heitið
er “mathematical learning difficulties”
Niðanfyri verða bólkarnir viðgjørdir hvør sær.
Næmingar, ið eru talblindir
Leiðandi granskarar siga, at millum 5 og 7 prosent av øllum næmingum eru talblindir.
Lutfallið millum gentur og dreingir er 1:1. Hetta merkir, at í hvørjum skúlaflokki
kunnu sita ein, tveir ella tríggir næmingar, sum ikki megna teir mest grundleggjandi
førleikarnar í støddfrøði og tískil hava trupult við:
• at leggja tøl saman
• at draga frá
Miðnámsrit 24 – mars 2022 4
• at falda
• at býta
• at skyna klokkuna
• o.s.fr.
Tá ið næmingarnir ikki megna grundleggjandi aritmetikk, sigur tað seg sjálvt, at teir
eru púra fyri ongum, tess longri teir koma í skúlaskipanini.
Tað, ið eyðkennir næmingar, ið eru talblindir, er, at teir á øðrum økjum og fakligum
mótum eru eins væl fyri og javnaldrarnir. Teir hava eins lætt við at læra mál og onnur.
Teir duga eins væl at lesa, greiða og greina tekstir. Teir hava eins stórt innlit í søgulig
og samfelagslig viðurskifti. Teir standa seg eins væl í skapandi lærugreinunum og í
ítrótti. Teir hava eins nógvar vinir og eru eins virknir á sosialu miðlunum, o.s.fr. Tað er
bara, tá ið teir skulu fáast við tøl, at teir smokka niðurímillum og krevja serligt
námsfrøðiligt uppmerksemi.
Talblindni var fyrr í tíðini sett í samband við lágan intelligens og uppfatað sum eitt
tekin um menningartarn. Mongu søgurnar um, at talblind fólk hava skarað framúr á
mongum øðrum økjum, hava punkterað hesa mytuna, og í 21. øld verður talblindni
lýst sum ein psykiatrisk diagnosa, sum hevur síni egnu sjúkueyðkenni.
Talblindni er ein nógv nýggjari diagnosa enn orðblindni, og av somu orsøk vita
granskarar ikki eins nógv um talblindni, sum teir vita um orðblindni. At
granskingarøkið er nýtt, merkir eisini, at mongdin av hjálparamboðum, sum eru ment
til næmingar, ið eru talblindir, er lutfalsliga avmarkað og fábroytt.
Leiðandi granskarar eru samdir um, at orsøkin til at nakrir næmingar eru talblindir er,
at teir hava ein viðføddan, neurologiskan veikleika í heilanum. Hetta merkir, at teir
partar av heilanum, ið eru serliga virknir, tá ið ein fæst við talviðgerð, hava niðursett
virkisføri ella eru ikki mentir eins væl og aðrir partar av heilanum.
Ein hevur kunnað staðfest, hvørjir partar av heilanum eru ávirkaðir, við at nýta
neurologiskar kanningarhættir. Ein hevur bæði:
• kannað heilan hjá fólki, ið hava fingið heilaskaða og hareftir hava mist ein
førleika – nevniliga førleikan at skilja tøl og at fáast við tøl
• skannað heilan hjá næmingum, ið eru talblindir, meðan teir loysa eina
uppgávu í støddfrøði, og samanborið heilavirksemið hjá hesum somu
næmingum við heilavirksemið hjá næmingum, ið ikki eru talblindir, tá ið hesir
loysa somu uppgávu
Miðnámsrit 24 – mars 2022 5
Ein stórur partur av teimum næmingum, ið eru talblindir, hava talblindni sum
høvuðstrupulleika – og sum einasta psykiatriska trupulleika. Men kanningar vísa, at
talblindir næmingar kunnu eisini hava samdiagnosur. Tær mest vanligu eru:
• ADHD
• orðblindni
• epilepsi
Næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði av øðrum orsøkum
Kanningar vísa, at umframt teir næmingar, ið hava trupulleikar við støddfrøði, tí teir
eru talblindir, hava millum 10 og 15 prosent av øllum næmingum trupulleikar við
støddfrøði av øðrum orsøkum. Høvuðsorsøkirnar eru:
• at teir ikki hava havt nóg góðar lærarar í støddfrøði gjøgnum skúlagongdina og
hava tískil ikki lært grundleggjandi støddfrøðiførleikar
• at foreldur teirra hava lítla og onga útbúgving og hava tískil ikki verið før fyri at
stuðla teimum gjøgnum skúlagongdina og hjálpt teimum við heimaarbeiði
• vantandi motivatión
• angist fyri støddfrøði
Sum sæst omanfyri, eru tað ikki neurologiskar orsakir, ið gera, at hesir næmingar ikki
standa mát í støddfrøði. Og hesir næmingar hava av somu orsøk tørv á einum øðrum
pedagogiskum stuðli enn næmingar, ið eru talblindir.
Talblindni – hvussu verður diagnosan sett?
Tey, ið undirvísa í støddfrøði, gerast rættuliga skjótt varug við, hvørjir næmingar hava
serligar avbjóðingar í lærugreinini. Í londum, ið hava givið talblindni ans seinnu árini,
hevur ein ment fýra sjálvstøðugar og tó samanhangandi kanningartilgongdir í
royndini at fáa eyga á henda málbólkin so tíðliga í skúlagongdini sum gjørligt:
• Ein screeningstest: Allir næmingar í einum flokki verða bidnir um at loysa
einfaldar rokniuppgávur, har teir skulu telja tøl, leggja saman, draga frá, falda,
býta, o.s.fr.
• Einstaklingsrættað test: Teir næmingar, ið hava stórar trupulleikar í
screeningstestini, fáa eina serliga test, har teir skulu loysa fleiri ítøkiligar
uppgávur, ið skulu vísa, hvør høvuðstrupulleikin er
• Eygleiðing: Ein serkønur persónur fer inn í støddfrøðitíma at eygleiða
viðkomandi næmingar, meðan undirvísingin er. Endamálið er at fáa eyga á,
hvussu næmingurin tekur lut í undirvísingini, og at finna fram til, hvørjar
mannagongdir hann hevur ment fyri at fjala út yvir avbjóðingarnar
Miðnámsrit 24 – mars 2022 6
• Ein samrøða við allar teir lærarar, ið undirvísa næminginum, fyri at kunna
staðfesta í hvørjum lærugreinum næmingurin stríðist
Tað finnast nógvar screeningstestir, ið hava til endamáls at sálda tey, ið hava
trupulleikar við støddfrøði, frá øðrum. Men fáar av hesum testum eru autoriseraðar –
tað er, at tær eru mentar av fakfólki og eru av slíkum slagi, at tær kunnu sigast at vera
eftirfarandi (validar) í sernámsfrøðiligum høpi.
Tær screeningstestir, ið eru á marknaðinum, eru eisini eitt sindur ymiskar frá landi til
land. Og alt hetta ger screeningsarbeiðið eitt sindur fløkt og trupult at fáast við og at
seta í verk.
Hvønn pedagogiskan stuðul hava talblindir næmingar tørv á?
Tey, ið granska í talblindni, eru samd um, at tess fyrri diagnosan verður sett, tess
størri møguleikar eru til at hjálpa og vegleiða teir næmingar, ið eru talblindir.
Mælt verður tí til, at ein longu í barnagarðs- og forskúlaaldri skal fremja screeningar
av øllum børnum.
Tað pedagogiska tilboðið, ið verður veitt, eigur bæði at verða tongt at aldursbólki og at
næminginum sjálvum. Næmingar eru ymiskir – teir hava ymiskar læristílar og
læristrategiir.
Tey pedagogisku tilboð, ið verða givin, eru ofta tongd at hesum leiðreglum:
• Næmingalagað undirvísing. Tú byrjar undirvísingina á tí stigi, næmingurin er á
– og ikki á tí floksstigi, hann hoyrir til
• Stuðulstímar, sum hava neyvt endamál. Ein arbeiðir bæði við ávegismálum og
endamálum
• Uppgávur, ið talblindir næmingar fáa, skulu vera sera neyvt orðaðar.
Næmingurin sær ítøkiliga og stigvíst, hvat verður væntað av honum
Afturat hesum roynir ein at menna amboð og funkur, ið kunnu stuðla talblindum
næmingum at sleppa inn í støddfrøðiliga heimin, og at síggja veruleikan við
støddfrøðiligum brillum. Á hesum móti hevur ein øll tey hjálpitól, ið seinnu árini eru
ment á dysleksi-økinum, sum fyridømi.
Hvussu eru útlitini, um einki verður gjørt til at stuðla talblindum?
Av tí at talblindni er ein lutfalsliga nýggj diagnosa, hava vit avmarkaða vitan um,
hvussu tað gongur hjá hesum málbólki á útbúgvingar- og starvsleiðini seinni í lívinum.
Miðnámsrit 24 – mars 2022 7
Tey, ið eru serkøn á økinum, vísa tó á, at talblindir næmingar trívast verri enn
floksfelagarnir í fólkaskúlanum og á miðnámi, tí tað er so svárt og eyðmýkjandi at
kenna seg sum ein sibba í hvørjum einasta støddfrøðitíma.
Somu serfrøðingar vísa á, at fólk, ið eru talblind, eru í størri vanda fyri ikki at
gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving og eina víðari útbúgving, tí førleikin at fáast við
tøl er so grundleggjandi í allari skúlaskipanini. Og endar ein uttan fyri skúlaskipanina,
er øktur vandi fyri, at ein seinni í lívinum endar uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta
merkir, at talblindni kann verða (og er ofta) ein trupulleiki, ið ávirkar alla lívsleiðina.
Keldur
Mononen, R. & Lopez-Pedersen, A. (2019): Matematikkvansker. Í: Specialpædagogik.
Cappelen Damm Akademisk.
Price G. R. & Ansari, D. (2003): Dyscalculia. Characteristics, causes ans treatments.
Numeracy 6 (1).
Shalev, R. (2004): Developmental dyscalculia. Journal of Child Neurology, 19 (10).

Talblindir næmingar – úr Miðnámsriti 24. mars 2022

Martha W. Dalsgaard No Comments

Miðnámsrit 24 – mars 2022 3
Talblindir næmingar – hvat, hví og hvussu?
Rakul Napoleonsdóttir
Í hesi grein verður ljós varpað á teir næmingar, ið hava serligar
avbjóðingar í støddfrøði og øðrum lærugreinum, har tøl og talmongdir
hava týdning. Fyri nøkrum árum síðan var vanlig fatan, at næmingar, ið
ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens og vóru ikki skikkaðir til
miðnám ella hægri lestur. Nú er vísindin samd um, at talblindni
(dyskalkuli) og orðblindni (dysleksi) ikki standast av avmarkaðum evnum
at hugsa, skilja og læra, men eru harafturímóti íbornir neurologiskir
veikleikar, ið skúlaskipanir víða hvar eiga at taka í álvara.
Støddfrøði verður roknað sum ein tann størsta og týdningarmiklasta lærugreinin í
skúlaskipanini. Allir næmingar hava ikki eins góðan hug til støddfrøði, og allir
næmingar hava ikki eins lætt við at læra støddfrøði. Soleiðis hevur tað altíð verið, og
hetta hevur verið roknað sum púra vanligt.
Tey, ið hava kannað próvtøkuúrslit í støddfrøði í ymiskum londum farnu árini, siga, at
millum 15 og 22 prosent av øllum næmingum hava trupulleikar við at læra støddfrøði,
og at henda laka læruúrtøkan kemur til sjóndar í ársroyndum og próvtøkuúrslitum.
Tey, ið hava granskað í sernámsfrøðiligum spurningum á fólkaskúla- og
miðnámsskúlaøkinum, siga, at teir næmingar, ið ikki duga støddfrøði eins væl o

Góð ráð og møguleikar hjá orðblindum

Martha W. Dalsgaard No Comments

Góð ráð og møguleikar hjá orðblindum