Góðu limir í Orðblindalærarafelagnum Vit vilja hervið bjóða tykkum til arbeiðsdagin og aðalfundin hjá Orðblindalærarafelagnum í skeiðshølinum á Námi, tann 27. mars. Á aðalfundinum verður nevndarval, og vónandi verða fleiri, ið stilla upp. Vinarliga setið tykkum í samband við okkum í nevndini, um tit ynskja at stilla upp til nevndina.