Góðu limir í Orðblindalærarafelagnum
Vit vilja hervið bjóða tykkum til arbeiðsdagin og aðalfundin hjá Orðblindalærarafelagnum í skeiðshølinum á Námi, tann 27. mars.
Á aðalfundinum verður nevndarval, og vónandi verða fleiri, ið stilla upp. Vinarliga setið tykkum í samband við okkum í nevndini, um tit ynskja at stilla upp til nevndina.
Tit frætta nærri um skránna seinni.
Um tit hava okkurt spennandi, ið tit vilja deila við limirnar á degnum, eru tit vælkomin at siga Anniku frá, so seta vit tað á skrá.
Tilmelding til dagin fer fram við at senda ein teldupost til Anniku Katrin Joensen.
Minnist til limagjaldið á kr. 150,- á konto:
9870 9888757
Vegna nevndina Annika, Birgitte og Charlotta