Mánadagin 18. mars 2019 arbeiðsdagur/skeið og aðalfundur

Mánadagin 18. mars 2019 arbeiðsdagur/skeið og aðalfundur

Martha W. Dalsgaard No Comments

Góði limur í orðblindafelagnum

Mánadagin 18. Mars 2019 verður /arbeiðsdagur/skeið/aðalfundur í OBF við skránni, sum verður send tykkum í bólkinum “Orðblindalærarar”. Nevndin vónar góða uppmøting til fundin, sum verður á Nám kl. 9-15. Gott er, um tit boða frá luttøku við at senda t-post til mín ella Fridrikku Kjeld. (fridrikka.kjeld@skulin.fo)

Mint verður samstundis á limagjaldið fyri 2019, sum er 100 kr. Vinarliga flyt limagjaldið áðrenn fundin á konto 9870-9888757 og viðmerk navn.

“Viðvíkjandi fakligum degi

Sagt verður frá, at Mentamálaráðið játtar limunum í orðblindalærarafelagnum farloyvi við løn til luttøku á evnisdegi 18. mars 2019.

Orðblindalærar mugu tó søkja skúlastjóran í skúlanum, har teir starvast, um farloyvi. Mentamálaráðið rindar vikarútreiðslur, um skúlin vantar tímar í vikartímakvotuni til at geva orðblindalærarum farloyvi nevnda dag.

Heitt verður á tygum um at kunna limirnar í Orðblindalærarafealgið um hetta skriv.

Blíðar heilsanir/Best Regards

Jenny Lydersen

Mentamálaráðið”

Heilsan
Annika Katrin Joensen
Forkvinna
annika.katrin.joensen@skulin.fo

Nýggja nevndin í Orðblindalærarafelagnum – juni 2018

Martha W. Dalsgaard No Comments

Juni 2018

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Forkvinna:        Annika K. Joensen –  anna.k.joensen@skulin.fo (fólkaskúlin)
Kassameistari: Fridrikka Kjeld –  fridrikka.kjeld@skulin.fo (fólkaskúlin) 
Skrivari:            Birgitte Arent –

Aðalfundur í Orðblindafelagnum 9. apríl 2018

Martha W. Dalsgaard No Comments

Aðalfundur verður í Orðblindafelagnum mán 9. april 2018 kl. 15 í Skúlanum á Argjahamri.

SKEIÐ Í CD-ORÐ OG ØÐRUM KT-AMBOÐUM 9.og 10. apríl 2018 í Skúlanum á Argjahamri

Martha W. Dalsgaard No Comments

SKEIÐ Í CD-ORÐ OG ØÐRUM KT-AMBOÐUM
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við orðblindafelagið fyri skeiði í námfrøðiligum KT-amboðum. Skeiðið er ætlað orðblindalærarum, serlærarum, lesivegleiðarum og øðrum lærarum, sum nýta CD-orð í undirvísingini. Tilmelding í seinasta lagi 23. mars 2018. Lærarar skulu hava teldu, sum hevur CD-orð forritið, við á skeiðið. Mentamálaráðið rindar vikarútreiðslur í neyðugum vavi.
Stað og tíðarskeið
Skeiðið verður í Skúlanum á Argjahamri 9. og 10. apríl 2018.
• 9. apríl frá kl. 09-15
• 10. apríl frá kl. 09-15
Lærari
Lærari á skeiðnum er Christian Boch, sum er serfrøðingur í nýggjastu hjálparamboðunum, sum kunnu bøta um skúlalívið, læruúrtøkuna og gerandisdagin hjá orðblindum og lesi- og skriviveikum næmingum

Innihaldið í skeiðinum
Skeiðið skiftir millum fyrilestarar og verkligt arbeiði, har luttakararnir sleppa at royna ymisk amboð og ymiskar funkur, ið eru savnaðar á ymiskum lærupallum. Innihaldið er í høvuðsheitum:
I. CD-orð- Lesi- og skriviforrit. Frá 1. marts 2018 verður CD-orð umlagt frá CD-ORD9 til CD ORD10 – Hvørjar eru broytingarnar, og hvussu kunnu vit innstilla profilarnar til tørvin hjá tí einstaka næminginum?
• Nota (Ljóð- og netbókasavn) + Nota sum telefonapp.
• Ymsar fartelefonappir
• Hondskannari
• C-pennur (skanna tekst)
• App-writer (mac)
• Google-drev/google-docs
• Hvussu kann eg nýta mína snildfon sum orðabók (SMS og frá talu til tekst osv.)
• Globus (granskingarrelaterað)
• Siri
• O.a.
Onnur evni, ið eisini verða umrødd, eru:
• Hvussu kunnu foreldur fáa innlit í ymisku amboðini og harvið gerast ein hollur stuðul í lærutilgongdini hjá barninum?
• Hvussu bera vit okkum at fyri at fáa greiðu á, hvønn tørv einstaki næmingurin hevur?
• Hvussu kunnu vit eggja næmingum at nýta tey amboð, ið eru til taks, og hvussu kann næmingurin gerast meiri sjálvbjargin á KT-økinum?
Á skeiðnum fáa luttakarar høvi at vísa á egnar royndir og ítøkiligar avbjóðingar.

Blíðar heilsanir
Mentamálaráðið og Orðblindalærarafelagið

Nevndin í orðblindalærarafelagnum 10.6.16

Martha W. Dalsgaard No Comments

Fridrikka Kjeld, forkvinna – fridrikka.kjeld@skulin .fo

Rakul Napoleonsdóttir, skrivari – rnj@glasir.fo

Eyðgerð Kristiansen, peningarøkil – eydgerd.kristiansen@skulin.fo

 

Orðblindaflokkur, ið er ætlaður næmingum í Tórshavnar Kommunu

Martha W. Dalsgaard No Comments

28/04-2017


Sankta Frans skúli hevur í samstarvi við Mentamálaráðið fyrireikað ein orðblindaflokk, ið er ætlaður næmingum í Tórshavnar kommunu.

Sankta Frans skúli hevur koyrt eina royndarverkætlan nú í nøkur ár, sum liður í at fyrireika eitt orðblindatilboð til skúlanæmingar í Tórshavnar Kommunu. Mentamálaráðið hevur játtað tímar til endamálið, og Tórshavnar Kommuna hevur játtað undirvísingaramboð til flokkin.

Sankta Frans skúli fekk tveir lærarar á skúlanum at taka útbúgving sum orðblindalærarar, og vóru hesir avlærdir á sumri 2015.

Tilboðið er snikkað saman soleiðis, at tveir dagar um vikuna møta næmingarnir í Orðblindaflokkinum.

Undirvísing er frá klokkan 8.00 til 12.35 báðar dagar. Hetta eru 5 undirvísingartímar pr. dag. Aftaná fáa næmingarnir frí. Tveir lærarar eru um flokkin allan dagin.

Nú er so tíðin komin, har vit fara at bjóða nýggjum næmingum úr øðrum skúlum inn í flokkin.

Ætlar tú tær í orðblindaflokkin komandi skúlaár, skalt tú ganga í 3.  4.  ella 5. flokki.

Tú hevur tikið orðblindaroyndina á tínum skúla. Umframt skal skúlin vátta, at tað er orðblindni, ið er tín avbjóðing.

Helga Andreasen og Randi Jacobsen eru lærarar í orðblindaflokkinum og eru sera spentar at møta nýggjum næmingum.

Tilmeldingin fer fram umvegis tín skúla í samstarvi við førleikastovuna.

Tilmeldingarblaðið, sum er niðast á síðuni her, skal útfyllast og sendast viðfest í telduposti til fra@skulin.fo

Tilmeldingarblað.pdf

 

Vegna Sankta Frans skúla

Jóhan M. Stenberg

Varaskúlastjóri

Hvussu verður undirvísingin til orðblind skipað á bestan hátt fyri næmingin?

Martha W. Dalsgaard No Comments

Hvussu verður undirvísingin til orðblind skipað á bestan hátt fyri næmingin?

At vera orðblindur er ein spesifikkur og varandi trupulleiki, og tí ræður tað um at veita næminginum hjálp til sjálvhjálp. Tað siga Annika Marr Poulsen, lesivegleiðari og orðblindalærari, og Fríðbjørg Hammer, serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki

8. januar 2016

At veita næminginum, sum stríðist við orðblindi hjálp til sjálvhjálp, er m.a. at læra hann nøkur amboð, sum hann kann brúka í skúlanum og tilgongdini at læra. Mett verður, at 2-7 prosent av einum árgangi eru orðblind; hesi eru ikki savnað í einum flokki ella skúla, men eru spjadd í ymsum flokkum. Tí er siðvenjan nógva staðni, at næmingar við orðblindi verða tiknir úr vanligu undirvísingini nakrar tímar um vikuna, har teir fáa undirvísing. Men hetta er ikki tað besta, vit kunnu bjóða teimum, heldur Annika Marr Poulsen. Hon er lærari í einum tí størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum í Havn, og har savna tey orðblindanæmingar í bólkar.
– At savna næmingarnar í bólkar kann hava avbjóðingar við sær, tí teir kunnu vera á ymiskum aldurs- og floksstigi, og orðblindatrupulleikin, teir hava, kann vera ógvuliga ymiskur. Og tað er ikki bara sum at siga tað at taka næmingar úr flokkinum. Næmingarnir hava ymiska tímatalvu; taki eg næmingin úr undirvísingini, tá ið flokkurin arbeiðir við onkrum serligum og onkrum, sum næmingurin eigur at vera partur av, so er spurningurin, hvat gagn tað ger at taka hann úr. Eg veit og síggi á næmingunum, at henda loysnin ikki er nóg góð fyri teir, og hetta kann gera trupulleikarnar hjá teimum enn størri, og serliga í framhaldsdeildini. Tí hevði verið ynskiligt, at vit fingu eitt orðblindatilboð, sigur Annika Marr Poulsen.

Skulu næmingarnir takast úr tímunum, eigur hetta at verða gjørt í eitt tíðarskeið og ikki sum fastur partur í tímatalvuni, heldur Annika Marr Poulsen.
– Taka vit teir út í eitt tíðarskeið, kunnu vit læra teir okkurt ávíst, nøkur amboð til dømis, síðan fara teir í vanligu undirvísingina aftur og royna tað, teir hava lært. Ein vansi afturat við at taka teir út, er, at tað, sum teir læra av orðblindalæraranum, taka teir ikki við inn í vanligu undirvísingina, tí lærararnir, teir hava, kenna alt ov lítið til amboðini, orðblind hava. Her er tað týdningarmikið at ráðgeva lærarunum. Í Skúlanum á Fløtum hava vit, sum eru knýtt at førleikastovuni, fingið tímar til ráðgeving. Tí kunnu vit ráðgeva lærararnar, soleiðis at teir betri kenna amboðini, orðblind hava.

Orðblindalærarar hava tímar í virksemisætlanini, sum eru ætlaðir til at gera kanningar, orðblindaroyndir, tilmæli, ráðgeva, samskifta við lærararnar, sum hava næmingarnar, við foreldrini og hjálpa til at leggja lag á.
– Av tí at eg arbeiði í einum miðalstórum skúla, eru tað hagtalsfrøðiliga sæð ikki so nógvir næmingar við orðblindi, kanska einir 3 um árið, og tí áttu tímarnir, sum eg havi, at rokkið til tað, eg skal. Men skal eg gera annað enn hetta, tað vil siga undirvísa, so eru tímarnir ov fáir, og hetta kundi eg hugsað mær gjørdist betri. Fáa næmingarnir tímar til serligan tørv, er eitt sindur at heinta har, men tað fáa allir næmingar ikki. Tí mugu miðfirraðu tímarnir eisini brúkast, sigur Fríðbjørg Hammer, ið arbeiðir í Kollafjarðar skúla.
Lesið greinina í fullari stødd í Skúlablaðnum nr 6, 2015.

Hvat er ein góður lærari?

Martha W. Dalsgaard No Comments

Hvat er ein góður lærari?

Á læraradøgunum, sum hava verið í Norðurlandahúsinum hesar seinastu tveir dagarnar, helt Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ein fyrilestur, har hon hugleiddi um týdningin av tí góða læraranum – og hvussu tann góði lærarin er.

“Tað einasta, sum er vist í framtíðini er, at tey, sum í dag eru næmingar í fólkaskúlanum, fara at hyggja aftur á nútíðina og minnast sínar lærarar – tykkum.

Tí flestu okkara minnast ein, einstakan lærara, sum sá okkum, sum varnaðist okkum og sum ávirkaði okkum”, segði landsstýriskvinnan millum annað.

Martha W. Dalsgaard No Comments

Næmingur, ið hevur niðursett virkisføri, sbrt. § 17 kann fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar.

  1. Serlig fyriskipað próvtøka
  a) Skúlastjórin skal bjóða næmingi, sum hevur niðursett virkisføri serligar royndarumstøður.
  b) Serligar royndarumstøður kunnu fevna um próvtøkuhættir og karmar fyri próvtøkuna, m.a. at nýta serligar hjálparmiðlar, eyka tíð og/ella øðrvísi uppgávur.
  c) Hóast serligar royndarumstøður verður hildið fast við, at próvtøkustigið ikki verður lækkað. Um ein partur av próvtøkutilfarinum skal tillagast, skal annað koma í staðin, sum lýkur sama mál og støði.
  d) Ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, og kann talan vera um at nýta hesar hjálparmiðlar:
1. Eyka tíð. Sum meginregla verður í mesta lagi givið 25% afturat vanligu tíðini í eyka tíð til skrivligar próvtøkur. Tá ið talan er um munnligar royndir verður eyka tíðin ásett eftir tørvi og tá kann talan bæði vera um eyka tíð til fyrireiking og til sjálva próvtøkuna.
2. Hjálp til at lesa/talgildur upplestur. Talan kann vera um teldutalu/ljóðfílar á øllum málum ella hjásitara, sum lesur upp fyri næminginum.
3. Rættstavara.
4. CD-orð og/ella orðabanka.
5. Skanning/tala. Talan kann t.d. vera um sokallaðan “c-penn” , sum “lesur” skannaðan tekst upp.
6. Tala til tekst. Forrit eru sum virka frá talu til tekst. Um hesi ikki eru tøk á tí máli, próvtøkan er í, kann nýtast skrivandi hjásitari.
7. Punktskrift.
8. Stórskrift.
9. Verklig hjálp.
10. Taktilir hjálparmiðlar.
11. Lummaroknari við upplestri. Rokniappir við upplestri kunnu eisni nýtast.
12. Hjálpartól, sum styrkja talu og skerja óljóð (t.d. Comfort Audio).
13. Tulkur, teknmál og/ella munn/hond skipanin.
14. Steðgir.
15. Hjálparforrit og
16. Samsvarandi hjálparmiðlar

 

  e) Próvtøkan verður fyriskipað eftir somu treytum, sum undirvísingin hevur verið løgd til rættis eftir, og skal endurspegla undirvísingartilgongdina hjá næminginum.
  1. Mannagongdir
  a) Leiðari útbúgvingarstovnsins setir lestrarvegleiðara ella annan skikkaðan persón, ið starvast innan serøki, í samráð við hinar lærararnar at meta, um næmingur hevur tørv á serligum royndarumstøðum í einari ella fleiri próvtøkulærugreinum. Tey, sum hava foreldramyndugleikan og næmingurin verða kunnað um niðurstøðuna og um møguleikarnar hjá næminginum at fara til próvtøku við serligum royndarumstøðum.
  b) Ynskir næmingur at fara til próvtøku við serligum royndarumstøðum, letur tann, sum metti um tørvin á serligum royndarumstøðum skúlastjóranum eina tilráðing um, hvussu próvtøkan kann verða skipað.
  c) Grundað á tilráðingina og í samráð við tey, ið hava foreldramyndugleikan, og lærararnar í viðkomandi lærugreinum, tekur skúlastjórin avgerð um serligu royndarumstøðurnar. Serligar royndarumstøður kunnu eisini vera grundaðar á eina námsfrøðiliga og/ella sálarfrøðiliga meting, um næmingur vegna trupulleikar ikki kann fáa próvtøkuúrslit, sum endurspegla fakliga støði hansara. Onnur sernámsfrøðilig meting kann eisini verða nýtt.
  d) Avgerð um próvtøkur eftir serligari fyriskipan skal vera tikin fyri 1. februar fyri próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.
  1. Próvdøming
  a) Próvdømingin skal fylgja somu meginreglum og vera á sama fakliga støði, sum galdandi er fyri hinar næminganar. Próvdómarin skal vera tann sami sum hjá hinum næmingum. Í sambandi við skrivliga próvtøku, har næmingur hevur nýtt ávíst hjálpartól, kann tó verða neyðugt, at lærari við serkunnleika innan økið próvdømir.
  b) Skúlin søkir Mentamálaráðið um at útvega serligar uppgávur til næmingar við serligum tørvi. Umsókn verður send fyri 1. februar til próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.
  c) Upplýsingar um serligar próvtøkutreytir skulu ikki standa á endaliga próvnum sbr. § 31 í kunngerðini.

 

 

Mentamálaráðið

 

Olaus Jespersen (sign.)

deildarstjóri

 

/

Sámal í Skorini (sign.)

verkætlanarleiðari

Rundskriv um serligar próvtøkuumstøður hjá næmingum við niðursettum virkisføri

Martha W. Dalsgaard No Comments

Inni á : www.namsaetlanir.net

er at finna rundskriv um:

Næmingur, ið hevur niðursett virkisføri, sbrt. § 17 kann fáa serligar próvtøkuumstøður, sum javnseta hann við aðrar próvtakarar.